Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.10.2022 09:21

Tryggleiki í ríkisfelagsskapinum

Mynd: Helgi Abrahamsen

Lesarabræv

Í nógv ár hava vit í Føroyum havt skjótt vaksandi vælferð, men nú sær út til, at ymisk viðurskifti uttanífrá eru við at broyta hetta. Fyrst var tað korona sum órógvaði okkum nógv. Vit fingu ikki loyvi at ferðast frítt – hvørki innanlands ella uttanlands, og vit byrjaðu at merkja, at prísurin á vørum hækkaði. Síðani korona hasaði av, hevur russiska innrásin í Ukraina, havt ógvusligan prísvøkstur við sær.

Ein onnur broyting sum eisini er farin fram tey seinnu árini er hernaðarliga virksemið um okkara leiðir. Herflotavenjingar, kavbátar og eftirlitisradari eru orð sum eru blivin partur av okkara gerandisdegi.

Bæði peningaliga og hernaðarliga eru viðurskiftini ikki so trygg longur, sum tey hava verið. Vit hava tí brúk fyri øllum tí tryggleikanum, sum vit kunnu fáa.

Gjøgnum ríkisfelagsskapin eru vit við í NATO, sum verjir okkara øki, og ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum eisini eitt hægri livistøði enn vit annars høvdu havt. Ríkisfelagsskapurin hevur tí ein vaksandi týdning, nú framtíðarútlitini eru vorðin óvissari, enn tey hava verið í nógv ár.

Sambandsflokkurin vil stríðast fyri at vit kunnu varðveita henda fyrimunin í ríkisfelagsskapinum, og tí bjóða vit okkum fram á fólkatingsvalinum tann 31. oktober.

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin