Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2022 08:59

Tryggið Sundalagnum og Eiði holla umboðan

Mynd: Sámal Matras Kristiansen

Lesarabræv

Nú stundar til Løgtingsval, og paringin millum valevni og veljarar er í fullari ferð. Nógvar orsøkir kunnu vera til at velja ein flokk ella ein persón. Hetta lesarabræv er eingin áheitan um at velja ávísan flokk ella ávísan persón, men um at velja taktiskt. 

Tað er soleiðis, at landspolitisk umboðan hevur nógv at siga fyri hvørja vælvild eitt øki fær frá Løgtingi, Landdstýri og landsstovnum. Sunda kommuna og Eiði eru sonevndur “innari útjaðari” og fær sostatt ikki automatisk landságóðar, eins og Suðurstreymoy fær. Stríðast skal fyri at fáa ágóðarnar og at varðveita ágóðarnar – veri tað stovnar, rakstur, íløgur, viðvíkahald o.a. 

Við góðum lokalum umboðum er lættari at fáa hesar ágóðar.

Atkvøðið lokal valevni høgt upp á listan

Tí er mín áheitan á sundalagsfólk og eiðisfólk – tí landspolitiskt eru vit í sama báti. Atkvøðið taktiskt, soleiðis at okkara lokalu valevni koma so høgt upp á listarnar sum gjørligt. 

Líkamikið hvønn flokk tit velja, avreiðið so ikki atkvøðuna til ein formann í Klaksvík, Vestmanna ella í Havn – ella onkran annan atkvøðuslúk. Vit hava fleiri frálík valevni her í økinum – bæði á Eiði og í Sundalagnum – og tað ræður um at hesi fáa tær 300+ atkvøðurnar, ið sannlíkt eru neyðugar fyri at fáa ávirkan í stóru flokkunum.

Eg vil ikki nevna nakað ávíst valevni úr rúgvuni. Vónandi kunnu lokal valevni á øllum listum koma upp um tinggáttina – ella fáa kjans sum fastir varalimir ella varalimir. 

Váðin fyri ongari umboðan er til staðar

Á løgtingsvalinum 2019 foru nógv tær flestu atkvøðurnar ikki til lokal valevni. Støðan var nakað frægari á Eiði enn í Sundalagnum.

Váðin er tí stórur fyri, at Sundalagið og Eiði einki umboð fáa á Løgtingi, og tað vildi verið vanlukkuligt. Økið eigur fólkatalsliga at hava millum ein og tveir løgtingslimir, og fella atkvøðurnar rætt, kunnu vit saktans fáa hesa úrtøku ella meiri. Harumframt er góður kjansur fyri at fáa onkrar varalimir. Har kunnu 200+ atkvøður sannlíkt vera nóg mikið.

Hugsið tí um lokalu valevnini. Tá fáa tit bæði tað lokala og tað flokspolitiska. Tá fáa tit bæði í posa og sekk. 

Vinarliga,
Sámal Matras Kristiansen