Løgtingið
Geopolitiska støðan í heiminum setir eisini sín dám á arbeiðið í Útnorðurráðnum.
Útnorðurráðið hevur eitt nú eygleiðarastøðu í Arktiska ráðnum, og roynir harumframt at luttaka á øllum teimum pallum, ið hava við altjóða viðurskifti at gera og sum samstundis seta sjóneykuna á og viðurkenna støðuna hjá londunum í útnorðri.
Á fundinum hesuferð viðtók Útnorðurráðið nýggja strategi fyri altjóða samstarv. Hetta við tí endamáli, at vera ein viðurkendur millumtingafelagsskapur og samstarvsfelagi í Norðuratlantshavi, í Norðurlondum og Arktis.
Tvær tilráðingar framlagdar
Á ársfundinum hesuferð eru tvær tilráðingar framlagdar. Ein um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi og ein um verju av undirstøðukervinum í Norðuratlantshavi.
Føroyska sendinevndin hevur lagt tilráðingina um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi fram. Við hesi tilráðing verður heitt á stjórnirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum um at lýsa hesi viðurskifti nærri. Hetta inniber eina nágreining av trygdar- og verjupolitiska støðuni hjá londunum í útnorði, eins og hvussu hesi londini kunnu samstarva á hesum økinum. Uppskotið frá føroysku sendinevndini varð einmælt samtykt.

Nýggjur formansskapur
Á ársfundinum var nýggjur formansskapur valdur fyri komandi ár. Ísland tekur við formansskapinum við nýggja formanninum, Jón Gnarr, Bjørt Samuelsen verður 1. næstforkvinna og verandi formaður, Kim Kielsen, verður 2. næstformaður.
