Gula smiðja í Runavík, sum m.a. verður brúkt sum ungdómshús, hevur valt at steingja.
Tað er greitt, eftir at tað í eina tíð hava verið avbjóðingar við einum bólki av dreingjum sum hava órógva bæði inni og uttan fyri smiðjuna.
Tí er avgerð tikin, at fyribils at steingja ungdómshúsið, við atliti til starvsfólk, grannar og hinar brúkararnar av húsinum.
Við Eysturoyarportalin sigur leiðarin av húsinum, at tað hevur, í eina tíð, verið trupulleikar av einum dreingjabólki sum m.a. hevur tveitt egg eftir bilum uttanfyri í fleiri førum.
Løgreglan og sosialu myndugleikarnir eru uppi í málinum og vóna verður at dreingirnir fáa onkra hjálp.
Vóna verður at kunna lata upp aftur tá okkurt er sett í verk rundanum áðurnevndu dreingjunum. Talan er um 10-15 dreingir í aldrinum 14-15 ár.
