Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2025 11:07

Trupuleikar við hundalorti

Sjóvar kommuna hevur trupuleikar við hundalortum.

Kommunan skrivar soleiðis:

“Tíverri vísir tað seg, at tað fleiri staðni í kommununi er ein trupulleiki, at hundaeigarar gloyma posan eftir tá tey fara túr við hundinum.

Hundur ger tað, sum hundur skal gera, hvar tað skal vera, og hevur eigarin ongan posa við, liggja hundalortar á bøi og vegi til ónaðir fyri fólk og fæ.

Hetta er sera óheppi, og tí heita vit enn einaferð á fólk, sum hava hund, um at minnast til at taka upp eftir honum.”