Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2024 16:56

“Tróndur  í Gøtu var leirvíkingur”

Lesarabræv

Hettar segði ein kendur leir-VíKINGUR einaferð. Hann er enn á lívi, og ikki deyður fyri 1000 árum síðan. Tað, sum hann meinti sum eitt skemtiligt prik, hevur eisini tann týdning, at tað er floytandi líkamikið.
 
Men ikki fyri gøtufólk. Er tað nakað, sum tey elska meir enn seg sjálv, so er tað júst Trónd í Gøtu.
 
Hjalti Dalheim byrjar við at endurgeva sama Trónd í sínum lesarabrævið. Hjalti og borgarstjórin eru samdir um at taka ungdómin “heim”. Ja, tað ljóðar næstan bíbilskt. Borgarstjórin sigur, at hendan avgerð einki hevur við kenslur at gera, og er hon bert tikin við fíggjarligum atlitum.
 
Tað er møsn. Valár er, og kenslurnar ríða høgt, eisini hjá Hjalta og Per Martini. Tróndur var jú kendur fyri at vera snúgvin og gløggur. Hann skuldi enntá duga gand og at síggja fram í tíðina.
 
Tað sama kann ikki sigast um hesar báðar lærusveinar hansara. Hóast eg sjálvur haldi, at samstarvið við FFK skal halda fram, so er avgerð tikin um at steðga samstarvinum.
 
Men nú er tað framskygnið verður myrkalagt av berum kenslum. Nýggjur skúli skal byggjast við Gøtugjógv!!!
 
Kensluborna endurgevingin hjá Hjalta, sum stendur skrivað við inngongdina til skúlan, broytir ikki tann veruleika, at Gøtugjógv er framvegis eitt brimpláss, líkasum á døgum Trónda. Har er heldur einki, null, nada, til ungdómin.
 
Her slóknaðu langljósini hjá Tróndur-fjepparum.
 
Sjálvandi skal skúlin gerast í Leirvík. Vit kunna byrjað við, at í somu løtu, sum ein kemur úr tunlinum, hevur tú ein av streymsterkastu firðunum í landinum. Upplagt undirvísingartilfar til tey, sum vilja læra um sjógvin. 200m longur, er handil og ein bovlinghøll við matstovu. 
 
Eg veit, at ein matstova eisini er við Gøtugjógv, men hon eitur ikki BRIMborg av ongum.
100m aftrat, er nýggjur bátahylur, bátasavn, kei við virksemi, tvey virkir, eisini upplagt til lærugreinar innan gagnnýtslu av tilfeinginum.
 
Longur eftir fjørðuni kemur man til eitt tað hugnaligasta økið í allari kommununi, við sandi og deyðavatni, ein vøllur er eisini har, samstundis sum økið er fríðkað. Har ber eisini til at framføra bæði tónleik og sjónleik, nakað, sum báðar bygdirnar eru kendar fyri.
 
Omanfyri har er so skúlin sjálvur, sum longu nú er eina heila svimjihøll við vælveru, størri enn skúlin við Gøtugjógv.
 
Har er ovmikið av plássi at byggja út, og nýtt. Tað kann enntá gerast so, at Brúsá kann renna gjøgnum skúlan, líkasum býráðshúsið. Her er náttúrufak upplagt.
 
Og so koma vit til kanska tað týdningarmestu íløguna í føroyskari ítróttarsøgu, innandura fótbóltshøllin uppi á Brekku.
 
Hana nýttu onkrir av valdu býráðslimun sum valagn seinast, og gangi eg útfrá, at hon kemur. Uttan so at snúgva lyndið Trónda spøkir aftur.
 
Tí er framhaldsdeildin fyrst farin til Gøtu, ja, so verður argumentið, tá høllin skal gerast, at sjálvandi skal hon vera har sum framhaldsdeildin er, nevniliga í Gøtu.
 
Við at byggja skúlan í Leirvík er eisni upplagt at gera viðarlund framvið Brúsá, allan vegin niðan á Brekku, við gongugøtum til fótbóltshøllina, sum næstan er klár at tekja.
 
Lendið runt høllina er púra slætt, fleiri 100 metrar, í allar ættir. Hettar gevur óteljandi møguleikar av øllum handa slag.
 
Hettar ljóðar kanska av nógvum, men tað er tað als ikki, tí har er so nógv gjørt frammanundan, og náttúran gevur so nógv fyri einki.
 
Einum nýtist ikki at hava eina viðkomandi útbúgving (sum eg) fyri at síggja hetta. Eg haldi, at flest øll vita hetta.
 
At arbeiðsbólkurin higartil hevur nýtt skúlan við Gøtugjógv sum projektføring, tí hádeildin longu er har, er so tað, tað er. Men tað argumenti er bert eitt skjól fyri kenslunum hjá sitandi býráðið. 
 
Tað kann ikki vera rætt, at vit í 2024 skula lata okkum stýra av kenslum hjá nøkrum Tróndur-fjepparum, og vóni eg, at tit stinga fingurin í jørðina og hyggja frameftir. Júst, sum hann gjørdi, fyri 1000 árum sídan.
 
Kristian í Vági Alfredsson
Leirvík