Uppsjóarskipið Tróndur í Gøtu er seldur til Norra. Hetta váttar Bogi Jacobsen, forstjóri í Varðanum, fyri Eysturoyarportalinum.
Tróndur í Gøtu verður handaður nýggju eigarunum í mai mánað, um júst sama mundið, sum nýggi Finnur Fríði kemur til Føroyar. Søluprísurin er ikki upplýstur.
Tróndur í Gøtu var bygdur í 2010 á Kartensens Skibsværft í Danmark og er sostatt 14 ára gamal.
Deil á Facebook