Bæði Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði landa á Tvøroyri til Varðin Pelagic.
Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt í ein landnyðring úr Føroyum, kom á Tvøroyri í gjár við gott 550 tons av makreli, meðan Finnur Fríði, sum eisini hevur roynt í føroyskum sjógvi, er í komin á Tvøroyri í morgun við 700 tons av makreli.
Tróndur í Gøtu er longu farin nýggjan túr.