Mynd: Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)
Gøtubátarnir, Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði, liggja nú og bíða eftir landingartørni, eftir at teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Tróndur í Gøtu hevur fiskað gott 2.500 tons, meðan Finnur Fríði hevur fiskað gott 1.600 tons.
Eftir ætlan skulu báðir landa til Havsbrún í Fuglafirði. Tróndur í Gøtu skal landa sunnudagin, meðan Finnur Fríði sleppur framat mánadagin.
Deil á Facebook