Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri tíðliga í morgun, eftir at teir hava verið eystur úr Føroyum á svartkjaftaveiðu.
Tróndur í Gøtu hevur fiskað gott 1.100 tons av svartkjafti, sum alt verður landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Hin gøtubáturin Gøtunes, sum hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi, er ávegis á Tvøroyri við gott 2.100 tons av sild, sum skal landast mánadagin til Varðan Pelagic á Tvøroyri.