Mynd: Tróndur í Gøtu (Eysturoyarportalurin)
Skiparin á Trónda í Gøtu upplýsir fyri Eysturoyarportalinum í kvøld, at teir hava sett kós á Vopnafjørð í Íslandi.
Teir hava roynt sunnarlaga í føroyskum sjógvi og hava fiskað gott 2.400 tons av svartkjafti. Og fiskiskapurin hevur verið góður.
Ætlanin er at byrja at landað í annakvøld.

