Sámal Sunnudag
Landsstýris-effektin er ein fatan av, at um politikarar koma í Landsstýrið, fáa teir eina størri eksponering og kunnu tí sannlíkt fáa eitt enn betri úrslit komandi val. Men hendan effektin vísir seg at vera svikalig. Á løgtingsvalinum 26. mars ruku trý landsstýrisfólk úr Løgtinginum.
Djóni Nolsøe Joensen fekk bert 203 atkvøður í mun til 495 til seinasta val. Hann hevur ikki roynst serliga væl í sínum landsstýrissessi, hóast hann sera ambitiøsur umkalfatraði miðfyrisitingina við stovnseting av BUMR. Hann seldi skinnið, áðrenn bjørnin varð skotin, tá ið hann lovaði løn undir útbúgving – uttan fígging. Og so var tað málið við klædnaatstøðingunum á Glasi. Seinastu tíðina av samgonguskeiðnum endaði hann eisini sum kastibløka í málinum um fosturtøkumálið. Tað hevur helst kostað honum dýrt, at hann valdi landsstýrissessin fram um etiska prinsippið.
Tríggir landsstýrismenn snávaðu um tinggáttina
