Heili tríggjar ferðir hetta vikuskiftið hava bjargingarbátar verið úti, eftir at útróðrarbátar høvdu fingið maskintrupuleikar.
Fríggjadagin vóru boð tvær ferðireftir teimum. Fyrstu ferð var, tá ið ein útróðrarbátur fekk makintrupulleikar á Norðhavinum. Tá varð tað Brimil sum fór avstað og sleipaði bátin til lands.
Meðan seinnu ferð hendan dagin, var tað ein útróðrabátur sum fekk maskintrupuleikar sum var staddur eystanfyri, sum bað um sleip. Tá var bjargingarbáturin Ziska sendur avstað og sleipaði bátin til Klaksvíkar.
Og í gjár, leygardagin, fekk aftur ein útróðrarbátur maskintrupuleikar, hesuferð á Norðhavinum, og bað um sleip. Tá fór Tjaldrið avstað og sleipaði bátin til Eiðis.
