Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.10.2023 21:56

Treystan og sjálvbjargnan búskap

Mynd: Hanna Jensen

Lesarabræv/ Hanna Jensen

– og nøkur orð um íløgur

Løgukarmurin í uppskotinum til fíggjarlóg er um 578 mió kr. umframt løgukendar útreiðslur fyri knappliga 154 mió kr. Hetta er tilsamans 732 mió – sum landið skal brúka upp á bygningar, tunlar, vegir, ferjur, KT-skipanir, tól – tær flestu krónurnar beinleiðis, men okkurt óbeinleiðis sum stuðul og veðhald.

Summar av hesum íløgum eru umvælingar og grøn umlegging, nógvar fara beinleiðis í bygging av ymsum slagi ella til stuðul í nýgerð. Eg kann nevna tær størstu: Tunlar Norður um fjall, H-bygningin, nýggjar landsvegir, Bústovnar undir Almannaverkinum, Miðnám á Kambsdali og Eysturoyar og Sandoyartunlar.

Nakrar av teimum smærru eru: 4 mió til at byrja nýggja talgilda heilsuskipan, 3 mió til havnir, 4,6 mió til at stuðla kirkjubygging, 1 mió til Hvalastøðina við Áir, 3 mió til Koltursætlanina o.s.fr.

Her eru nógvar góðar verkætlanir, og eg eri vís í, at øll tingfólk umboðandi partar av Føroya fólki og Føroya landi sita við minst einari verkætlan, sum tey IKKI síggja í hesum raðfestingum.

Tolin trívst, sigur okkara gamla orðatak, og tað er vist, at í politikki krevst tol og treysti umframt aðrar dygdir, tí við einum so sera høgum íløgukarmi – ongantíð hevur hann verið hægri, so kunnu vit ikki gera meira enn hetta. Men vit skulu leggja ætlanir fyri, nær byrjast skal við nýggjum ætlanum, sum ikki eru við í hesi fíggjarlóg og langtiðarfyrireikingin av útbýggingum í okkara landi skal í størri mun taka alt landið við – gaman í, nærum alt landið er umboðað í hesum løgukarminum, men eg hugsi meira um lutfallið millum, hvar tær stóru upphæddirnar falla, og hvar tær smáu upphæddirnar falla.

Afturat løgukarminum á 723 mió kr. koma tær umleið 110 støðlaðu milliónirnar, sum væntast at verða fluttar yvir um fíggjarár. Fara vit at klára at brúka umleið 835 mió til løgur næsta ár?

Vit eru øgiliga ambitiøs sum land, tá um samferðslútbyggingar ræður – eisini tá um stórar og flottar stovnsbygningar ræður – í øllum førum viðhvørt. Men vit hava truppulleikar við at stýra byggiverkætlanum. Og hesa avbóðing mugu vit loysa, tí eg havi ikki ta fatan, at vit sum land ætla at helma í við spennandi byggiverkætlanin og íløgum í samferðslukervið. Eg eri sjálv ein av teimum, sum síggi fyri mær spennandi íløgur fyri útoyggjarnar um ikki alt ov langa tíð. Men um vit skulu fáa hesar vørur fyri rættan prís, so mugu vit duga nógv betri at javna íløgurnar út yvir áramál, samstundis sum vit spjaða tær væl um alt landið.

Nú er dýrtíð, og vit vita, at fleiri av íløgunum kosta lutfalsliga meira, enn tær kundu kostað í einum øðrum konjunkturi. Tað at byggja lutfalsliga nógv í hákonjunkturi OG at hava avbjóðingar við at stýra byggingini, tað er ein vandamikil miksturur. Men tað er júst hesin vit nýta í løtuni, og tað krevur sera nógv. Búskaparstýring og at stýra bygging betri – hesi bæði eru alneyðug fyri Føroyar beint nú.

STYRKJA BÚSKAPIN

Harafturat mugu vit styrkja okkara búskap.

Sambært búskaparfrágreiðingini, sum fylgir fíggjarlógaruppskotinum, so metir Fíggjarmálaráðið sum heild, at útgangsstøðið fyri føroyska búskapin er gott, og at føroyski búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið sum tað, mett verður at vera fyri framman: eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri.

Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er vaksin nógv síðani ár 2000 og liggur nú á umleið 475 tús kr. fyri hvønn íbúgva – á umleið sama stigi sum í Danmark og Íslandi. Hesar báðar tjóðir høvdu 20 – 25 % hægri bruttotjóðarúrtøku enn vit um ár 2000.

Víðari sigur búskaparfrágreiðing II, at skuldin hjá føroyskum húsarhaldum og vinnufyritøkum er ikki høg samanborið við privata skuld í øðrum londum í vesturheiminum. Bruttoskuldin hjá føroyskum húsarhaldum er mett at vera um 50 – 55 % av BTÚ. Hetta prosenttalið er nógv hægri í t.d. Danmark og Íslandi og Norra, frá 80 % og uppeftir. Hetta eru áhugaverdar samanberingar, men vit kunnu væl hyggja enn víðari kring okkum eftir londum at samanbera okkum við.

Almenna bruttoskuldin hjá Føroyum er mett til 30-35 % av BTÚ. Her sigur samanberingin at almenna bruttoskuldin av BTÚ í Danmark er 30% og í Íslandi 65 %.

Men smá lond við stórum sveiggjum í búskapinum tola ikki at hava nógva skuld, eins og stór lond, og á hetta skulu vit veruliga hava okkara eygu vend javnt og samt. Vit skulu minka enn meira um okkara skuld yvir tíð, og tað fer at krevja nakað av, hvussu vit húsast – serliga við tí almenna landshúsarhaldinum, tí prísvøkstur og rentuhækkingar ávirka hesi viðurskifti munandi og væntast at fara at gera tað nú framhaldandi. M.a. kunnu vit vænta at rentuútreiðslurnar fara at hækka í 2024 og 2025, tí 1,1 mia skal endurfíggjast í 24 og 1,6 mia skal endurfíggjast í 25, so her liggja nógvir vandar og lúra, og vit mugu taka lógvatak saman sum samlað løgting og landsstýri at gera búskaparligu støðuna hjá Føroyum enn betri framyvir. Vit mugu støðugt minka skuldina, stýra konjunkturkjavnandi, tálma rakstrarvøkstri, tryggja kappingarføri hjá føroyskari vinnu við at hava tann rætta skatta- avgjalds- og lønarpolitkkin og virka fyri flytførinum hjá føroysku arbeiðsmegini framhaldandi.

Eitt er at varðveita eina góða meting hjá Moody, men hitt er at vit vera verandi og støðugt gerast meira sjálvbjargin, hóast brotasjógvar koma á okkum sum land og í heiminum sum heild.

Hetta sjálvbjargnið skal styrkjast, eisini gjøgnum búskapin, og tí er tað m.a. gott, at vit gera okkum púra leys av ríkisvetingini. Tað er EIN partur.

Ein annar partur er at fylgja við, um búskapurin er nóg væl stovnfestur. Skulu vit halda fram við at fíggja okkara virksemi eins og nú í sama slagi av lánsbrøvum, eins og vit plaga? Arbeiða vit nóg fjøltáttað her? Hetta eru týdningarmiklir spurningar.

Hvussu við valutaspurningum og spurningum um talgildan valuta og annað tílíkt? Hvussu við hesum at seta í virðisbrøv? Arbeiða vit nóg fjøltáttað her? Fleiri stór framleiðandi lond, sum liva og doyggja av útflutningi eins og vit, eru aftur farin at spjaða váðan enn meira og seta part av sínum virðum í ymiskt strategiskt tilfeingi – dømi kunnu vera olja og gull.

Og hetta reisir so aftur spurningin um olju, sum vit hava í undirgrund okkara – kundu vit farið eftir henni og selt hana sum eyka útflutningsvirði?

Alt hetta hevði verið áhugavert at viðgjørt nærri: hvussu vit kunnu gera sokallaðu kakuna størri, og hvat fyri nýggjar ella gamlar góðar hættir, vit skulu nýta, at stovnfesta okkara búskap enn betur.

At enda: fíggjarpolitiskt regluverk, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum arbeiðir við, og tað at nýta búskapargrunnin, soleiðis sum hann eigur at verða nýttur, eru stig, vit eiga at taka beinanvegin, men nógv annað er at hyggja at í sambandi búskapar- og fíggjarmál í Føroyum.

Hanna Jensen, tingkvinna