Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2025 15:27

Treiskanin við havið

Runavíkar kommuna

Røða, sum borgarstjórin flutti fram í morgun, nú Bryggjan lat upp fyri almenninginum


Roy Jacobsen fór í annað ljós fyri smáum tveimum mánaðum síðan – sjeyti ára gamal. Hann var nógv virdur høvundur úr Noregi, sum m.a. skrivaði um lívið hjá menniskjum í útjaðaranum. Tað var hann sum segði: ”Fyrstur kom fiskurin, meðan menniskjað bert er ein treiskur gestur við havið.”

Soleiðis hava vit eisini verið gestir við havið í útnorði í hundraðir av árum. Sum búnaðar- og veiðifólk, ið við tíðini gjørdist ein tjóð við egnum samleika. Serstakari mentan og egnum tungumáli. Í menningartilgongd tjóðarinnar gjørdist handilin – í lutfalsliga nýggjari tíð – frælsur, og tað setti av álvara dik á ferðina fram til samfelagsbygnaðin, sum í dag man kjálka fram ímóti at vera millum heimsins fremstu vælferðarsamfeløg. Krambúðir og vinna gingu í mongum førum hond í hond. Fólkatalið í oyggjunum 10´faldaðist, og meiri enn tað, ein sjáldan sjón í oyggjabólkum skotnir fjart frá meginlondum. Ein áminning um, at tað fyrst og fremst er bygnaðurin, rúmið at vaksa í, sum er avgerandi fyri allari menning, – politiskar spennitroyggjur og høft fremja ongi framtøk.

Avtøkan av útlendska einahandlinum í 1856 var sum at opna eina krúttunnu, – ein bygnaðarbroyting sum loysti mangt úr fjøtrum. Niðurbundin máttur slapp til verka, og kring um oyggjarnar fór nú at grógva um gangandi fót. Upp í fleiri handlar vóru í so at siga hvørjari bygd í landinum í drúgt áramál, eisini í bygdunum um hesi svæði. Tvær heilsølur vóru eisini virknar her í økinum – Poul Hansen´s heilsøla á Glyvrum og Eysturoyar Heilsøla í Runavík.

Alt her í lívinum er í støðugari broyting og prosessirnar í handilsvinnuni løgdu m.a. lunnarnar undir eina miðstøð sum SMS, ið byrjaði í 1977. Nógv stríð var um miðsavningina á Trapputrøðni, Hans Mortensen kom rættiliga í eldlinjuna, men eftirtíðin man ríkiliga hava staðfest, at hann var á rættari leið. Fyri okkum, sum høvdu ferðast kring um heimin fyri tað, kom hetta ikki óvart á. Í USA høvdu vit vitjað hesar gigantisku handilsmiðstøðirnar, ofta í býarinnar útryðjum av ferðslu- og parkeringsávum, og fyrsta handilsmiðstøðin av slíkum slagi í Danmørk var Skottegården á Amager oynni, sum var bygd í 1953, hetta veit eg av tí orsøk, at mín sálaða fastir, Fía, var næsti granni hennara.

Táið Hans Mortensen, sáli, nú varð nevndur, er tað at siga, at hann var venjari okkara, táið eg spældi við unglingaliðnum hjá Neistanum í fyrru helvt av sjeytiárunum í hinari øldini. Tað var serliga tað eina árið, at vit gjørdu vart við okkum. Sum fyrrverandi HSF´formaðurin, Kristian Johansen, tekur til í einari samrøðu við Hvannrók fyri nøkrum árum síðan: ” – Hæddarpunktið var óivað, tá ið vit í 1973 vunnu FM-heitið. Løgtingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen spældi eisini tá við okkara liði.” Leivur, Sigmund, Hjalmar, Petur, Oddur, Kristian, Mortan og eg. Vestmenningar høvdu eitt av lakaru árunum, og veruligi kappingarneytin var Kyndil. Hans díkti á okkum, sum vóru vit grønlendskir sletuhundar, og eftir venjing runnu vit hvørt kvøld úr høllini á Hálsi niðan á Hvítanes – fyri at styrkja vøddar og sál. Seinasti dysturin tað árið var ímóti Kyndli á Nabb, og vunnu vit, var FM-steypið okkara. Vit huseraði í einum kliva vestaru megin í høllini í hálvleikinum, og makan til spektakul havi eg ikki á ævini upplivað. Hypnotiseraðir í vinnaraøði, sum brótaraross, løgdu vit til brots, nú skuldi slagið standa, og hóast kyndilsunglingar mann fyri mann vóru betra liðið, vunnu vit við einum máli og gjørdust føroyameistarar.

Nú er ein løta síðan, at tað degnaði fyri, at Niels var á veg upp á brúnna. Træðrir knýta hann at hesum økinum, og fyri nakað nógvum árum síðan búði hann eitt skifti á Glyvrum, meðan hann var krambakallur í Heiðunum. Eitt intermezzo í venjing á leiðini til at taka við sum stjóri, kann eg ætla, og seinri letur Bónus upp í hølunum, har ið eitt av stóru handilsvirkjunum í Føroyum, D. P. Højgaard´s Eftf., hevði sítt megindomicil. Í kjallarahæddini var hin tá so kenda krambúðin Deild C – nú Shari. Systkinabarnið Elin, á Torkilsheyggi, hevur verið sjefdomptørur á deildini í mong ár, og umframt at hon hevur stjórnað starvsfólkunum við strongum aga, altíð fremst í fylginum, hevur hon eisini trábeitin roynt at fingið ræði á hinum javnaldrandi borgarstjóranum í býnum. Viðvíkjandi parkerng o.ø. Táið blóð og tendring eisini eru ájøvn, hevur tann royndin verið heldur svikalig fyri hennara viðkomandi, men virknisfýsni makar ikki fyri tað, og seinasta fríggjakvøld løgdu vit leiðina framvið, eftir ein gongutúr um Toftavatn, og tá gekk hon fremst í broddi fylkingar, har ið hillarnar skuldu fyllast til tað, sum nú fer at henda um skamma stund.

Eftir eitt lutfalsliga langt politiskt lív skilir man, at onki her í verðini stendur 1:1 – eitt til eitt – í einum dynamiskum samfelag. Ein hending hevur við vissu aðra ella fleiri við sær. Eftir at Borg hevði fingið byggiloyvi undir Heimistovubønum á Glyvrum frættist, at gamli timburhandilin var seldur. Niels Mortensen var eksponentur fyri keypið, og so gekk umrøðan sum rótasúpan, hvat ið nú fór at henda við og í bygninginum. Fundarvirksemi – og undirskrivaðar avtalur síðan – gjørdu greitt, hvør ið ætlanin var, og í dag fær almenningurin atgongd til eina miðstøð, Bryggjuna, sum er hin fyrsta av sínum slagi í býnum.

”The City That Never Sleeps” verður ofta sagt um býin New York, og tað var framúr góði sangarin Frank Sinatra, sum gjørdi hesa orðingina ódeyðiliga í sanginum hesum heimsins metropoli til heiðurs. Uttan samanbering, í stødd og meingi, so er veruleikin hann, at ein títtur býarpulsur dregur sum ein magnetur. Har ið fólk eru – vilja fólk vera, og eitt pulserandi handilslív dregur annað við sær. Tað gongur sjón fyri søgn, nú tað bert eru nakrir fáir dagar hespaðir upp á tíðarsnælduna síðan Kodio legði leiðina hendanvegin, ein hárskeri letur eisini upp í hesum døgum og hinumegin vegin, í nýggja miðbýarøkinum, síggjast konturarnir nú av nýggjari íbúðarætlan.

Alt hetta bendir á, at vit gjørdu rætt, táið vit fóru undir at fyrireika ein miðbý higani og nakað væl inn í Heiðarnar. At ein av trimum tunnilsmunnum – úr smoguni undir Tangafirði – endaði í økinum, sum áður var býarinnar endastøð, hevði sjálvandi eitt broytt ferðslumynstur við sær. Við eitt var hetta høvuðsferðsluæðrin í landinum. Drúgt arbeiði,  og nógvar tingingar millum Fíggjarmálaráðið og Runavíkar kommunu, endaði sum kunnugt við løgtingslógini um Fjøruvegin. Innari parturin er gjørdur, og eftir er at fara undir uttara partin, sum ger, at ferðslan verður flutt suður um økið, her sum vit nú standa. Ein skjóttarbeiðandi bólkur situr eisini í løtuni og fyrireikar eina flyting av renovatiónini, burtur úr tí, sum nú er farið at líkjast einum miðbýarøki, ikki minst hesum átakinum fyri at takka, sum nú letur upp fyri almenninginum. Nakað av toli skal til, Rom varð ikki bygdur eftir einum degi – kortini varð hann bygdur. Eg kenni bráðræsnið sum brúsar í aktørunum, líkamikið um spitarin er í botni, gongur tað ov seint, men eg kann vegna kommununa lova, at vit stútt og støðugt virka við at gera umstøðurnar so høgligar sum gjørligt – eisini her í økinum.

Um nakrar dagar hendir tann stórhending, eisini í hesum sama svæði, at ein toppmodernað svimjihøll letur upp fyri almennari svimjing. Í 1964 var farið undir at savna inn pening til svimjingarhyl omanfyri skúlan á Glyvrum. Mamma plagar siga, at hon enn minnist júst hvar ið Óli Simonsen stóð í ganginum, Fyri uttan Garðar, táið hann gekk hús úr húsi og savnaði pening inn til endamálið. Av nógvum ymiskum orsøkum endaði verkætlanin í útgrevstrinum, men felagið Neptun er til enn, og vónandi verður lív endurblást í felagið ein av komandi døgunum. Hin sálaði Óli var verfaðir Niels, sum aftur er faðir at einum av okkara fremstu svimjarum í ítróttarsøguni. Væntandi verður tann møguleikin úti við Bylgjuna eisini ein sigul, sum fer at draga fólk til býin og handilsvirksemið í økinum.

Tað var Irena Joensen, sála, einaferð forkvinna í forstandaraskapinum í Svínoy, sum helt fyri í sónvarpinum, at veruligt hóttafall kom á eina bygd, um laðað var upp í dyrnar í skúlanum og handlinum. Rætt hevði hon, og tað er ein syrgilig søga. Í dag kunnu vit fegnast um, at tað gongur hin øvuta og tann rætta vegin her í økinum. Fyri at taka aftur í orðini hjá sálaða norðmanninum Roy Jacobsen, so hilnaðist tað í okkara føri at treiskast við havið.

Við hesum fáu orðum fari eg at takka Nielsi og hansara fólki fyri eitt sera gott samstarv frá byrjan til enda í prosessini fram til hendan dag, og eg fari eisini at nýta høvi til at takka okkara egna fólki, við býarverkfrøðinginum Maritu Súsonnu Hentze á odda, fyri at hava kýtt seg í hvørjari spong – fyri at alt hetta kundi bera til innanvert ásett tíðarmál.

Mátti byrurin verið tykkum eigarum blíður í ókomnum døgum. Vælkomin skal hon vera – Bryggjan.

ES: Áðrenn snórurin við dyrnar var kvettur, handaði Niels Mortensen borgarstjóranum Tórbirni Jacobsen ein kekk. Virðið er ein fjórðingsmillión krónur – 250 túsund krónur – og tað er ætlað ungdóminum millum 0 og 15 ár soleiðis, at hesi kunnu svimja uttan kostnað í 2026. Runavíkar kommuna takkar vegna móttakaran hjartaliga fyri gávuna.