Runavíkar kommuna
Í heyst varð lýst eftir leiðara til ungdóms-og virkishúsið Gulu smiðju í Saltangará fyri Guðmund Joensen, sum hevði røkt starvið frá byrjan og nú hevði hug at royna aðrar leiðir.
Eftir setanartilgond er greitt, at Tóta Árnadóttir verður nýggjur leiðari í Gulu smiðju.
Tóta Árnadóttir er 53 ára gomul og búsitandi í Saltangará. Tóta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og er síðani útbúgvin innan føroyskt mál, bókmentir og fólkalívsfrøði. Hon hevur drúgvar royndir, m.a. við børnum og ungum, sæð úr báðum hesum sjónarhornum. Og hon hevur verið virkin í føroyska mentanarlívinum.
Tóta byrjar í starvinum 1. januar 2024.
Runavíkar kommuna ynskir Tótu hjartaliga tillukku við starvinum og bestu eydnu. Samstundis takka vit Guðmundi fyri hansara leiklut í, at Gula smiðja fekk eina megnar byrjan við sera fjølbroyttum virksemi.