Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.02.2023 15:57

Tórður Thomsen funnið nýtt felag

Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin

Eysturoyarportalurin skilur, at fyrrverandi NSÍ málverjin Tórður Thomsen, hevur funnið sær nýtt felag og skrivar undir við EB/Streym í nærmastu framtíð. Hetta vita álítandi keldur at siga.

Tískil skal 36 ára gamli Tórður Thomsen verja málið hjá sundalags- og eiðismonnum hetta kappingarárið. Eisini er ætlanin at hann skal virka sum málmansvenjari og mennari.

Sambært Faroesoccer er Tórður skrásettur at hava leikt 344 dystir í føroysku bestu deildini.