Mynd: Framløgan í Løkshøll (Skíggjamynd)
Fyrrverandi landsstýris-og løgtingsmaður hjá Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, leggur ikki fingranar ímillum í kvøld, tá hann á Facebook-vanga sínum lýsir framløguna “Exit Russland“, sum fyrrverandi Tjóðveldismaðurin, nú javnaðarmaðurin, Sjúrður Skaale skipaði fyri saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingið í Løkshøll í Runavík í kvøld.
Tórbjørn Jacobsen sigur millum annað, at núverandi løgmaður Aksel V. Johannesen ikki var heitur fyri, at fáa Sjúrð Skaale í landsstýrið sum uttanríkisráðharra, og hevur Sjúrður Skaale ístaðin virkað sum ein alternativur uttanríkisráðharri hjá heimastýrinum, og at framløgan í kvøld var ein propaganda frá Sjúrða Skaale, fíggja av vaskikonuni á Vesturbrúgv.
Og víðari sigur Tórbjørn Jacobsen “Hetta var bara ein skemtiligur socialdemokratiskur festivalur. Eina løtu. Hinvegin, bara Eirikur og Sosialurin trúgva tí, sum hann sigur, so røkkur tað ivalyest nakað væl áleiðis“.
At enda sigur hann, at føroyingar hava ein væl skikkaðan uttanríkisráðharra og tí hava føroyingar ikki brúk fyri einum alternativum av sama slagi, sum bara er ein viðfáningur í einum útlendskum paralmenti.
