Runavíkar kommuna
Stýrið fyri Roðan fylgir kommunalum valskeiði. Roðin er samstarvið á eldraøkinum millum tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin – Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunur. Eftir kommunuvalið í november hava kommunurnar valt hesi í stýrið:
| Fyri Sjóvar kommunu: | Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri |
| Drós Ellingsgaard | |
| Fyri Nes kommunu: | Súni í Hjøllum, borgarstjóri |
| Elin á Torkilsheyggi | |
| Fyri Runavíkar kommunu: | Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri |
| Sigrun Jónsveinsdóttir | |
| Jógvan Andersen | |
| Arnfinn Langgaard | |
| Johan Vest |
Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í dag, hevur stýrið skipað seg. Tórbjørn Jacobsen verður formaður og Hans Anders Jacobsen næstformaður í setuni, sum sjøtul nú er settur á. Jóngerð Guttesen er dagligur leiðari fyri Roðan, sum heldur til á Ellisheiminum í Runavík, á Vesturskini á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum og á dagtilhaldinum fyri minnisveik á Skála.
