Mynd: B68
Heimasíðan Bolt.fo visti at siga fyrr í dag, at miðvallarin Tonni Thomsen, sum hevur leikt fyri B68 síðani 2019, ikki heldur áfram í felagnum. Hann er sáttmálaleysur og fer nú at leita sær eftir nýggjum felag.
Eysturoyarportalurin skilur, at ein ósemja millum partarnar er orsøkin, at leikarin nú ikki verður partur av B68 hópinum komandi kappingarár.
Deil á Facebook