Mynd: Savnsmynd
Kelda: KVF
Kommunurnar kunnu enntá fáa minni inntøkur frá alivinnuni við nýggja uppskotinum hjá landsstýrinum, sigur næstformaðurin í Kommunufelagnum.
Kommunurnar eru enn einaferð lopnar um, nú tøkugjøldini í alivinnuni verða tillagað.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Kommunurnar kunnu enntá fáa minni inntøkur frá alivinnuni við nýggja uppskotinum hjá landsstýrinum, og tað er ikki rætt, tá kommunurnar hava meira beinleiðis útreiðslur, um alivinna er í økinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Deil á Facebook