Sunda kommuna
Á býráðsfundi tann 15. desembur 2025 samtykti býráðið í Sunda kommunu at dagføra prísirnar á grundstykkjum í kommununi. Heimasíðan er nú dagførd við grundstykkjum og prísum.
Sum sæst á leinkjuni hevur Sunda kommuna í løtuni fleiri tøk grundøkir til sølu. Tey kunnu síggjast her.
Nøkur av stykkjunum eru byggibúgvin, onkur eru avgrivin, og onnur eru ikki byggibúgvin.
Grundstykkini verða somuleiðis sett til sølu á heimasíðuni hjá meklarafyritøkuni Skyn.fo.
Áhugað kunnu venda sær til sunda@sunda.fo ella skyn.fo.
