Fuglafjarðar kommuna
Í samband við asfaltering, verður vegastrekkið frá Toftanesvegi 14 og úteftir stongt fyri allari ferðslu, undantikið neyðsynjarakfør, í tíðarskeiðnum millum kl. 09-12 og millum 13-16 í døgunum 5. – 9. mai 2025.
Sama tíðarskeið verður heldur ikki loyvt, at parkera á strekkinum millum Toftanesveg 14 og Toftanesveg 36, heldur ikki omanfyri íbúðarbygningin á Toftanesvegi 11.
Viðfest er tekning har stongda strekkið er markerað við reyðum.