Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2025 11:15

Toftanesvegur stongdur, eisini í viku 20

Fuglafjarðar kommuna boðar í dag frá, at arbeiðið við Toftanesvegi, ið er lýst 01.05.2025, at vera í viku 19 kemur at taka longri tíð enn vænta.

Neyðugt verður tí at hava somu arbeiðstíðir í viku 20 til og við mikudagin 14.05.2025.

Arbeitt verður ikki leygardag og sunnudag á nevnda strekkinum í viku 19.

01.05.2025

Toftanesvegur stongdur í viku 19

Í samband við asfaltering, verður vegastrekkið frá Toftanesvegi 14 og úteftir stongt fyri allari ferðslu, undantikið neyðsynjarakfør,  í tíðarskeiðnum millum kl. 09-12 og millum 13-16 í døgunum 5. – 9. mai 2025.

Sama tíðarskeið verður heldur ikki loyvt, at parkera á strekkinum millum Toftanesveg 14 og Toftanesveg 36, heldur ikki omanfyri íbúðarbygningin á Toftanesvegi 11.

Viðfest er tekning har stongda strekkið er markerað við reyðum.