Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.10.2022 09:06

Tobbi “Møguleikin næstan mikroskopiskur, – tó ikki ómøguligur”

Mynd: JUUL’s-Foto

Eysturoyarportalurin hevur eisini tosa við borgarstjóran í Runavíkar kommunu, sum upptakt til stóra brakið við Løkin Sunnudagin. Vit hava sett honum nakrar spurningar um hvat hann væntar og vónar.

Hvussu hevur hendan vikan verið hjá borgarstjóranum nú ein av mest spennandi dystum í nýggjari tíð skal spælast sunnudagin?

Nógvar lívsroyndir í 67 ár gera tað, at ein fótbóltsdystur, hóast hann er spennandi, ikki órógvar náttarsvøvnin yvirhøvur. Hinvegin ger verandi støða í Betri deildini tað, at tosið í býnum – á arbeiðsplássum og á gongubreytum – í stóran mun snýr seg um, hvør leikluturin hjá NSÍ verður, eftir at fótbóltskappingin í 2022 er liðug. Í Runavíkar kommunu hava vit havt 20% av umboðanini í deildini við 8% av fólkinum í landinum, og í ringasta føri er hesin fimtingurin burtur, um tað gongur av skriðuni. Skála er farið fyri hesaferð, og nú skal næstan eitt undur til fyri at bjarga NSÍ í deildini. Hendan støðan ávirkar sjálvandi borgarstjóran, sum øll onnur, og sum føddur optimistur livir vónin um bjargingina framvegis, hóast møguleikin næstan er mikroskopiskur, – tó ikki ómøguligur

Hvussu hevur borgarstjórin verið nøgdur við kappingarárið higartil?

Hevði logið um eg segði, at eg var nøgdur. Staðfestast kann bara, at kappingarárið er kiksað frá byrjan og fram til í dag. Eftir at hava ligið í oddinum og á europaplássunum í áravís, kennist ein derouta sum hendan skakandi. Hon hevur eina orsøk, og hvør ið hon er, er ikki ein kommunal uppgáva at greina og loysa. NSÍ brúkar kommunalar fasilitetir og er í somu stuðulsmekanismu sum onnur feløg í býnum, tí er støðan komin hartil, at felagið má rannsaka seg sjálvt. Tvey brend brotsspørk í steypafinaluni í fjør kunnu ikki vera øll orsøkin til vanlukkuligu støðuna. Táið hóttafall kemur á, plagar tað at vera okkurt í strukturinum sum haltar, líkamikið um tað er eitt samfelag ella eitt felag, og tá nyttar onki at díkja pening niður yvir høpið, fyrrenn vitalir faktorar í strukturinum eru justeraðir upp á pláss aftur.

Hvønn týdning hevur tað fyri Runavíkar kommunu um NSÍ fer niður í 1. deild?

Stóran negativan týdning. Úr Æðuvík inn á Skipanes, upptøkuøkið, búgva áleið 3 túsund fólk – ein triðingur meiri enn í Eysturkommunu – tí eigur verandi støða als ikki at vera ein møguleiki. Flaggskipið hjá einum fótbóltsfelag er ein partur av útstrálingini hjá býnum, á sama hátt sum 10-mannaførini í kappróðri, tí verður tað rætt og slætt ein sorgarleikur, um tað ringasta skuldi hent, at NSÍ fellur niður í 1. deild. Tað skeiðið varar vónandi bara í eitt ár, um tað hendir, men fótbólturin er vorðin ein so stór ítrótt í Føroyum, eisini her hjá okkum, at hetta kann gerast ein niðurtúrur sum vit sjálvandi vildu sloppið undan.

Og hvønn týðning hevur tað fyri Runavíkar kommunu at NSÌ klára at verða verandi í bestu deildini?

Stóran týdning við somu argumentatión sum omanfyri. Sum 3. størsti býur/kommuna í landinum, er onki høpi í øðrum enn, at NSÍ er umboðað í bestu deildini. Tað hevur eisini stóran týdning fyri allar tær yngru deildirnar hjá felagnum, sum onkursvegna skulu spegla sær í vaksnu fyrimyndunum. Kiksa tær, fer tað sum ein jarðskjálvti niður ígjøgnum alt systemið

Hvat fyri dyst væntar borgarstjórin sunnudagin?

Vónandi verður tað ein sterkur dómari, ið skal døma dystin sunnudagin. Hann skal ikki vera bangin av sær. Fyri B68 hevur onki her í verðini størri týdning enn tað, at vinna ímóti NSÍ. Hugburðurin í NSÍ er kanska ikki júst hin sami, her snýr tað seg meiri um at liggja frammi í oddinum, heldur enn bara tað, at vinna ímóti toftamonnum, men undirtónarnir ganga heilt aftur til lokalpolitisku skjálvtarnar í 60´árunum, táið gamla Nes Sóknar kommuna gekk sundur pr. 1. apríl í 1967. Tí verður hesin dysturin hin harðast leikti dysturin í ár, við gulum og kanska reyðum kortum. Hetta verður ikki ein vanligur fótbóltsdystur, heldur ein hanakampur millum grannar, og hartil spurningurin um lív ella deyð í deildini, helst hjá báðum. Seinast liðini spældu við Løkina, leiktu B68´ararnir reyvina út ígjøgnum brøkurnar, meðan NSÍ´ararnir als ikki ”møttu upp”, og úrslitið varð hareftir. Sunnudagin standa okkara menn við rygginum ímóti múrinum, vónandi kveikir tað vinnaramentalitetin so mikið, at vit liggja omaná eftir seinasta brígsl.

Og til seinast, hvat vónar/tippar borgarstjórin?

NSÍ – B68 = 2 – 1