Landsverk boðar frá, at í samband við at farið verður undir at reinsa og umvæla trygdarhegnið omanfyri Tjørnuvíkarvegin, verður vegurin stongdur frá týsdegnum 21. apríl til fríggjadagin 24. apríl.
Vegurin er stongdur millum kl. 8:15 og 16. Ferðslan verður leidd ígjøgnum kl. 10, kl. 12 og kl. 14.30.
Landsverk kunna nærri, um broytingar vera.
