Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2026 09:05

Tjaldrið á Tvøroyri við RIB-báti

Mynd: Vørn

Vørn

Sunnukvøldið 16.08.2026 fekk Vørn boð frá ferðamannaskipinum “Bolette”, um at teir vóru komnir fram á ein mannleysan gummibát, áleið 14 fj. Sunnanfyri suðuroynna.

Tjaldrið var sent at leita, og mánamorgunin 17.06.2026, um 10 tíðina, fann Tjaldrið bátin,  áleið 10 fj. sunnanfyri uppgivnu knattstøðu.

Báturin bleiv tikin upp, og staðfest var at báturin var RIB-báturin hjá MS Thorshavn, ið var blivin burtur fyri 4 døgum síðani.

Tjaldrið sigldi á Tvøroyri, har báturin var handaður eigarunum, seinnapartin í dag.

Spjaldur