Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.03.2024 08:34

Tingfundur um burðardygga ferðavinnu verður týsdagin 19. mars

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) var borið løgtinginum tann 7. mars.

Og nú er málið sett á skrá til tingfundin týsdagin 19. mars. Tingmálið er 6.málið á skránni hendan dagin. Tingfundurin byrjar kl. 10.00.

Øll hoyringssvarini sum blivu send inn til landsstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, í samband við lógaruppskotið kunnu lesast her.

Í alt komu inn 95 hoyringssvar frá borgarum, felagsskapum, kommunum, havnum og fyritøkum.

Uttanríkis-og vinnumálaráðið var á níggju hoyringarfundunum, sum vóru kring landið. Fleiri enn 600 fólk luttóku á hesum fundum upplýsir ráðið.