VER TIL REIÐAR AT KLÁRA TEG Í TRÝ SAMDØGUR –
TÚ ERT EIN PARTUR AV FØROYSKU TILBÚGVINGINI
Føroyar eru eitt av heimsins tryggastu og mest framkomnu samfeløgum. Atgongd til
streym, vatn, hita, samskifti og matvørur er ein sjálvfylgja.
Broytta heimspolitiska støðan hevur tó við sær, at framkomna og talgilda samfelagið
er viðbreknari enn áður.
Føroysku myndugleikarnir arbeiða longu málrættað við at tryggja, at føroyska
tilbúgvingin er brynjað til at handfara møguligar kreppu- og tilbúgvingarstøður, ið
kunnu ávirka grundleggjandi veitingarnar í samfelagnum.
Í hesum sambandi hevur tað týdning, at allir borgarar hava ein virknan leiklut í at
tryggja, at samfelagið kemur væl ígjøgnum eina møguliga kreppu- og
tilbúgvingarstøðu.
Myndugleikarnir mæla tískil til, at øll húski eru fyrireikað til at klára seg sjálvi í trý
samdøgur, um ein kreppu- og tilbúgvingarstøða skuldi rakt.
At klára seg sjálvan í trý samdøgur er ikki ein slóðbrótandi nýskipan fyri flestu
føroyingar, tá hesin førleikin er rótfestur í okkara mentan og søgu. Endamálið við
tilmælunum er at tryggja, at øll hava somu fatan av, hvat tað er, sum hevur týdning í
einari møguligari kreppu- og tilbúgvingarstøðu.
Løgmálaráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Sí eisini https://arb.fo/630