Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.04.2026 14:24

Tilbúgvingarvenjing – Djúpini 2026

Tíðindaskriv/ Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipaði 25. mars 2026 fyri borðvenjingini “Djúpini 2026”, har føroyska tilbúgvingin skuldi taka støðu til  eina hugsaða hending við einum útlendskum ferðamannaskipi í álvarsamari neyðstøðu í føroyskum sjóøki.

Venjingin var hildin í Hólmhúsinum á Eiði og luttakarar vóru Vørn (MRCC og Veðurstovan), Føroya Politi, kommunalu tilbúgvingarnar, Heilsuverkið, bjargingarfeløg (LFB), Arktisk Kommando (FEF), Landsverk, Strandfaraskip Landsins, Atlantic Airways, Reyðikrossur Føroya, Sjóvinnustýrið og Smyril Line.

Við vaksandi tali av cruise-skipavitjanum og øktari sjóferðslu kring Føroyar, eru slíkar hendingar vorðnar meira sannlíkar og kunnu leggja stórt trýst á tilbúgvingina.

Endamálið við venjingini var at varpa ljós á týdningin av  samstarvi og samskifti, við at royna samskipan, leiðslu og samvirkni millum viðkomandi tilbúgvingareindir og myndugleikar, bæði á sjógvi og landi.

Dentur varð lagdur á at greiða ábyrgdarbýti og avgerðarleiðir í eini álvarsamari hending, og at menna eina felags støðufatan.

Hetta er fyrsta ferð, at ein slík tvørfaklig venjing er fyriskipað í Føroyum. Við at eyðmerkja styrkir og veikleikar og við eini skipaðari ætlan fyri eftirmeting og læring, er venjingin við til at leggja lunnar undir víðari menning og styrking av føroysku tilbúgvingini.