Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 08:09

Til minnis um Steinfinn Matras

Minningarorð

“Gott og trúfast er tað hjarta, sum hvílir nú. Gud gav, og Gud tók – men kærleikin livir.”

Hetta var tað fyrsta, sum kom fram fyri, meg tá ið eg fekk boðini um, at Steinfinn Matras var farin burtur í annað ljós. 

Ba (sum hann bara var kallaður í okkara familju) var ein heilt serstakur persónur, ella rættari sagt eitt lívstykki, og er tađ trupult at finna nokk av lýsingarorðum um hendan fantastiska persón. Sjálvt um eg hesa løtuna bert finni nøkur fá lýsingarorð, so var hann altíð glaður, flenti nógv, hjálpsamur, nærverandi, umsorganarfullur, tolin, positivur, raskur og góður við øll – ja eg kundi blivi við, og kenni eg ikki nakran annan persón, sum hevđi so nógvar góðar og menniskjaligar eginleikar sum Ba og er tað ikki uttan orsøk, at øll vóru góð við hann, og føldu seg væl í selskapi saman við honum, bæði stór sum smá.

Tað var altíð hugnaligt at fara norđ at vitja Astir og Ba, tey vóru altíð so blíð, man kom altíð til háborðs, har Ba so trúliga skar mær kjøt uppá breyð og við sínum eyðkenda máta segði: ” beiggi, drív á! Tað er nokk til”. Hóast eg kom norð við konu og børnum, so var eg hansara “beiggi”, sum ikki mátti fara svangur frá borðinum. 

Eisini legði hann sera nógv fyri at hjálpa. Hann tók mangan til, at einaferð tað var stórkavi og eg hevði gjørt avtalu um at sova hjá teimum norðuri í Sundi, men tá ið kvøldið kom, so umbestemmaði eg meg og vildi sleppa aftur til Klaksvíkar. Hann mátti brúka tann fyrsta tíman at grava bilin leysan og síðan í allar ringasta kavaveðrið legði nógv fyri at gera eftir mínum heldur órímuligu boðum, um at koyra meg heim aftur til mammu og babba, tí eg ikki sovnaði hjá teimum. Eg minnist, at hann segði mangan, at: “tá stóð nógv á Ba.” 

Eg havi bara tey allarfagrastu barnaminnir um hann, bæði sum persón og ikki minst sum vin. Eg og fleiri við mær hava so nógv at takka honum fyri.

Á arbeiðsplássinum var hann eisini sera væl lýddur, hann var savnandi og sera arbeiðssamur, arbeiddi nógv, var loyalur og trúfastur og altíð við tað góða orðið. Hann klagaði ongantíð um nakað, var altíð klárur um neyðugt var at arbeiða longri enn teir vanligu arbeiðstímarnar,

Eisini á arbeiðsplássinum dróg hann fólk til sín, við sínum savnandi og lætta lyndi. Øll vóru góð við Ba.

3. mai 2020, dagin eftir hann fylti 75 ár, var ein dagur, sum stendur okkum øllum fast í minninum, tó ikki fyri tað góða.

Eg og børnini fóru norð í Sund í føðingardag. Lagið á Ba var sum altíð gott, hann var glađur at síggja okkum. Vit hugnaðu okkum, prátaðu, ótu og reypaðu, og vardi tað ongan av okkum, at hetta var síðstu ferð, at vit vitjaðu hann í heiminum norði í Sundi, tí seinni um kvøldið ringdi Astir okkum upp og segði, at Ba var farin í skundi við sjúkrabilinum til Havnar, tí hann hevði fingið blóðtøpp og seinni fekk hann so ein afturat, og tók alt hetta sera hart uppá hann og hann bleiv likamliga illa fyri. 

Hóast framstigini vóru smálig, so var hann sum altíð positivur. Sjálvt um hatta als ikki var hann, at verða bundin at einum koyristóli og fáa hjálp frá øðrum, so tók hann ongantíð synd í sær sjálvum og royndi bara at innliva seg í nýggja dagligdagin, fyrst á sjúkrahúsinum og so seinni á Heiminum við Vágna, har starvsfólkini tóku sær væl av honum og Astir so trúliga var um hann.

Góði Ba

Eg ynski so hjartaliga at takka tær fyri alt tú vart fyri meg og mína familju.

Takk, at tú vart har, tá id eg var lítil, tá eg vaks upp, í mínum ungdómsárum, og mínum vaksnað lívið. Takk fyri, at tín kærleikshond ongantíð slepti. Takk fyri tær óteljandi góðu løturnar í tínum selskapi. 

Nú tú ert farin undan okkum, so eru tað tey góðu minnini um teg, vit taka við okkum og, sum skulu vera okkara troyst í sorgini og sakninum um teg. Tú, sum altíð setti teg sjálvan til viks fyri at hjálpa øðrum.

Tað verður stundum sagt, at sorgin er kærleikans prísur, og er hetta prísurin ein má bera, tá ið man missir ein av sínum kæru og vil eg nógv heldur syrgja og gjalda hendan høga prísin, heldur enn, at eg ikki fekk møguleikan at uppliva hetta fantastiska menniskja, sum altíð var har fyri okkum, og ongantíð spardi seg, við sínum stóra hjarta.

Góðu Asbjørn, Jákup og Dagny. 

Nú Steinfinn er farin, hava tit mist ein høgt elskaðan beiggja, sum tit vóru so góð við og hann við tykkum.

Má Harrin styrkja tykkum í sorgini og sakninum í dag og í døgunum, sum koma.

Góða Astir, sorgin og saknurin er størstur hjá tær. Má hann, sum øllum valdar styrkja og leiða teg trygt ígjøgnum sorgina og saknin, nú tú hevur mist tín trúgva fylgisvein, sum tú elskaði so høgt. Takk fyri, at vit øll, ígjøgnum teg fingu lut í hansara umsorgan og kærleika. 

Vit, sum hava sett okkara álit á fullgjørda verkið á Golgata, hvíla trygt í tí vón, at vit ein dag skulu møta Ba aftur heima hjá Harranum.

Og skal hetta verða okkara troyst í stóru sorgini og sakninum, og kunnu vit, sum Harran kenna taka undir við sálmaskaldinum, sum so beinrakið troystar okkum við orðunum:

“Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síðstu ferð. Tá ið tár við skilnað renna troyst í hesum orðum er” 

Guds friður verið við tær Steinfinn Matras, Guds friður verið við okkum øllum.

Hvíl í friði 

Høgt elskađi Ba.

Karstin Joensen 

Spjaldur