Minningarorð
Fríggjadagurin 29. august var ein løgin dagur til arbeiðis í Kringvarpinum, sum er størsta arbeiðsplássið fyri journalistar og miðlafólk sum heild. Henda fyrrapartin fingu vit boðini, at Øssur var farin. Journalisturin, fyrrverandi starvsfelagin – og so nógv, nógv annað afturat.
Tað var, sum Øssur var við okkum til arbeiðis restina av degnum í Sortudíki. Vit tosaðu um hann, fortaldu søgur um hann, nógvar teirra skemtiligar. Soleiðis var Øssur. Hann var øgiliga ofta til staðar á eini redaktión ella í eini journalistiskari diskusjón, sjálvt um hann ikki var har fysiskt.
Tað er í hesum anda, at Føroysk Miðlafólk vilja minnast Øssur á vegnum til hansara seinasta hvíldarstað.
Øssur brendi fyri journalistikkinum. Hann hevði sterkar meiningar. Var indigneraður. Irriteraður. Og hjartans glaður viðhvørt. Journalistikkurin fekk allar kenslur fram í honum.
Tað var ikki líkamikið, um ein søga vendi hendavegin ella handavegin. Um hesin ella hasin bleiv spurdur. Og um svarið slapp at standa, ella spurt varð uppaftur. Hatta er ikki í lagi! Hatta er ov vánaligt! Hatta var óluksáliga gott! Soleiðis fekst tú tað frá Øssuri, beint á. Ein góðan dag kundi hann leggja afturat, at “hatta er so bara mín meining.” Ein annan dag varð strikað undir við “for fanin altso…” Bæði vóru í lagi, tí tú visti altíð, at Øssur meinti tað av einum góðum hjarta. Tað hevði týdning fyri hann, og tað vildi hann eisini fortelja tær.
Tað kendist, sum hevði Øssur lagt eitt petti av sær sjálvum eftir hjá tær, tá tú vart liðugur at diskutera journalistikk við hann. Tú kundi vera samdur ella ósamdur við hann, men altíð hekk okkurt eftir.
Tí vóru tað eisini mong, sum høvdu Øssur í huga, tá journalistikkur skuldi gerast. Og tí var Øssur so mangan til staðar á redaktiónini ella í diskusjónini, hóast hann ikki var har fysiskt. Hvat hevði Øssur sagt til hetta? Hvussu hevði Øssur spurt? Hesir spurningar fara at liva í nógv ár afturat.
Øssur vildi deila sín brennandi áhuga fyri journalistikkinum við onnur. Tað gjørdi hann í sendingum sum Pressan og Skannarin, og tað gjørdi hann annars við eitt og hvørt høvi, ið honum varð boðið. Hann var altíð fúsur at hjálpa, vegleiða ella geva nýggjum spírum nøkur góð ráð við á vegnum. Líka til tað seinasta.
Tað var ein sjálvfylgja, at Øssur var virkin í okkara felag, Føroysk Miðlafólk. Hann var næstformaður í nevndini í 10 ár, líka til aðalfundin í fjør, tá hann bar seg undan afturvali. Hann var fakfelagsmaður. Rebelskur. Vildi hava rættvísi fyri tey, ið eftir hansara tykki vóru fyri órætti. Vildi tala maktini ímóti, tá tað kravdist.
Hesar eginleikar tók hann við sær inn í nevndararbeiðið, og hansara indignatión á hesum øki var ein drívmegi, ið førdi hann og Føroysk Miðlafólk langt. Men hann dugdi eisini at steðga á, tá tað kravdist. Hatta kunnu vit ikki, hatta er ikki okay! Tá visti tú, at Øssur hevði valt aðra kós enn konfrontatiónina, og soleiðis bleiv tað.
Ein aðalfundur við Øssuri var ongantíð keðiligur. Hann kundi flúgva í eina glóðheita diskusjón um journalistikk, fyri síðani at tríva í eina spíska stríðsvísu – uppi á borðinum. Eldhugaður og stuttligur, hvørt um annað.
Øssur var eisini samfelagsviðmerkjari og -kritikari. Aftur her var indignatiónin drívmegin, tá hann vildi vísa á skeivleikar í samfelagnum, sum eftir hansara tykki áttu at rættast. Ofta vóru kritisku viðmerkingar hansara spískaðar til við slíkari sarkasmu, at sjálvt tey kritiseraðu máttu smílast, áðrenn tey østu seg.
Í fjør vár varð hansara fjølbroytta lív, har hann eisini setti orð á seinastu árini við krabbameini, so sera væl lýst í sendirøð í Kringvarpinum, ið sjálvandi bar heitið “Mín seinasta deadline.” Fríggjamorgunin fór hansara deadline.
Hann rakk so víða, og tómrúmið verður stórt. Okkara tankar leita til børnini og annars øll tykkum, ið stóðu honum nær. Friður veri við minninum um Øssur Winthereig.
Føroysk Miðlafólk