Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2025 09:58

Tíðindaskriv frá Pensjónistafelagnum

Nú í heyst er ætlanin at hava tríggjar hugnaløtur í Pensjónistahúsinum.

Tann fyrsta verður longu nú hósdagin 16. oktober klokkan 18.00.

Hini hugnakvøldini vera hóskvøldið 6. november og hóskvøldið 4. desember eisini klokkan 18.00.

Á skránni verður Felagssangur, undirhald og okkurt til matna. Øll eru vælkomin.

Hósdagin 27. november klokkan 18.00 verður ræstkjøtaveisla í Bygdahúsinum á Strondum
Tekningarfreistin er Mánadagin 24. november á middegi
 
Tilmelding hjá Petur Jákupssyni tlf 257987. ella hjá Sigruni Danielsen tlf 212450

 GG: Veitslan er ókeypis, men limagjaldið, 150 krónur, verður goldið samstundis. Lutaseðlar verða seldir.