Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 15:17

Tíðindafundur og landsliðsúttøkur

Mánadagin klokkan 10:00 verður tíðindafundur í Trinstovuni á Tórsvølli - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Mánadagin klokkan 10:00 fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar, sum eru á skránni seinni í mánaðinum.

San Marino og Sveis.

Tað verða mótstøðulondini hjá manslandsliðnum og U21 landsliðnum seinni í hesum mánaðinum.

Fyri A-landsliðið er talan um venjingardyst, sum verður á San Marino Stadion sunnudagin 28. mars klokkan 17:00.

Eftir ætlan skuldi manslandsliðið spæla tveir venjingardystir í hesum umfarinum. FSF hevði fingið avtalu í lag við Sameindu Emirríkini og Singapor, men ófriðurin í Miðeystri hevur havt við sær, at hesir dystir eru avlýstir.

Hjá U21 landsliðnum er hinvegin talan um EM undankappingardyst, sum hesaferð skal møta Sveis á útivølli.

Føroyska U21 landsliðið fekk eina framúr byrjan uppá EM undankappingina við at vinna fyrstu tríggjar dystirnar. Síðani er nakað av stígið komið í, men áðrenn dystin móti sveisarum eru Føroyar nummar 2 í bólkinum við 9 stigum – 1 stig aftan fyri Frankaríki, men samstundis 1 stig framman fyri bæði Sveis og Ísland. Hini londini í bólkinum eru Luksemborg og Estland.