Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2022 17:07

“Tíðin er búgvin til størri íløgur”

Mynd: Torfinnur Jákupsson (th.) og Jón Hammer tóku ímóti virðislønini fyri TROM sum Ársins Vinnuátak 2022

Nú løgtingsval er, og vit hoyra nógv um alskyns politisk lyfti, so hevur eitt nú føroyska filmsvinnan verið uppi at venda. Harímillum er gøtumaðurin Torfinnur Jákupsson – høvdið handan størstu filmsverkætlanina í Føroyum higartil, TROM, og nýggja felagið GRÓ Studios – eisini komin við eini áheitan um sonevndu afturberingarskipanina til føroyskan film. Vit hava spurt nærri um, hvat hetta er fyri ein skipan, og hvussu hon kann vera við til at menna føroysku filmsvinnuna.

-Tað snýr seg fyri so vítt um eitt øgiliga einkult roknistykki, sum sigur, at um ein filmsframleiðsla t.d. leggur 1 mió. kr. eftir sær í Føroyum, so hevur hon rætt upp til 200.000 kr. í afturbering. Tvs. talan er um eina afturbering av bókaðum útreiðslum á 25%. Tað er ein góð skipan fyri at stuðla upp undir føroysku filmsvinnuna og fleiri filmsframleiðslum í Føroyum, líkamikið, um hesar verkætlanir eru føroyskar ella útlendskar og ikki minst tær størri verkætlanirnar. Men trupulleikin er, at enn er eitt loft sett á hesa afturberingarskipan á júst 200.000 kr. – tvs. ongin framleiðsla, sum ætlar sær at brúka meira enn 1 mió. kr. í Føroyum, fær veruligan ágóða av hesi skipan. Ei heldur føroyska filmsvinnan ella samfelagið. Tí tá er lætt at velja at fara aðrastaðni við sínum framleiðslum.

-Við TROM var so ein roynd gjørd, sum eitt undantak, har vit fingu 4 mió. kr. í afturbering, so at røðin varð filmað í Føroym, tí vit ætlaðu at brúka 16 mió. kr. í Føroyum. Tað gjørdu vit, og hetta eydnaðist sum heild stak væl. Og eg haldi, at nú er tíðin búgvin og røtt til at fremja størri íløgur frá føroyskari síðu. M.a. við nýggjari afturberingarlóg til film, sum ikki er treytað av hvørjari árligari fíggjarlóg, eini eykajáttan til hvørja einstaka verkætlan, ella tí, sum situr við valdið. Tað hevði verið ein eggjan til at fremja fleiri og størri íløgur, sum eisini mega geva størri yvirskot í landskassan. Við TROM hava vit prógvað í verki, at hetta er spírandi vinna, sum eisini ber seg í Føroyum.

-Tað eru tvey ting, sum veruliga kunnu gera mun, tá ið vit tosa um stuðul frá almennari síðu. Árliga stuðulsjáttanin til Filmsgrunnin eigur at hækkast til eitt støði á góðar 10 mió. kr., um vit samanbera okkum við grannalond okkara. Tað er fyri at menna føroysk filmsfólk innan mong ymisk øki. Harafturat eigur loftið á afturberingarskipanini at takast av ella at lyftast nógv hægri, tvs. upp á eitt støði, sum líkist 30-50 mió kr., sum kann loyva fleiri størri verkætlanum at verða framleiddar í Føroyum og um somu tíð. Tað er tað, ið vit eiga at miða eftir. Tað er greitt, at ongin váði er í hesi afturbering, tí tað, ið verður útgoldið, er bert ein brotpartur av tí, sum longu er komið inn.

-Við einum lofti á afturberingarskipanini enda vit ikki bert við, at føroyskar verkætlanir møguliga hvørt ár mugu kappast við størri útlendskar verkætlanir, men at vit eisini mugu kappast innanhýsis okkara millum um, hvør framleiðsla fær loyvi og høvi at verða framleidd. Og tað er ikki gott fyri føroysku vinnuna eftir mínum tykki, tí hetta er ikki ein stuðulsskipan á sama hátt sum Filmsgrunnurin. Tað er ein afturbering av einum brotparti av ítøkiligum íløgum, sum longu eru gjørdar.

-Sum dømi kann nevnast, at ein av mínum egnu næstu verkætlanum nokk kemur at krevja meiri enn 4 mió. í afturbering fyri seg, tí ætlandi verða góðar 20 mió. brúktar í Føroyum. Og tá er talan bert um eina verkætlan. Tá er loftið enn ov lágt við 4 mió., tí tað merkir ikki bert, at mann kanska ávirkar aðrar føroyskar framleiðslur yvir eitt ella fleiri ár, um afturberingin má býtast yvir fleiri ár, men at henda eina verkætlanin kanska eisini fær ov lítið í sær sjálvum til at realiserast – í øllum førum til at kunna fremjast á bestan hátt fyri føroysku vinnuna. Sum er tað, ið vit allatíð tosa um, og sum eg haldi, at vit eiga at ítøkiliggera.

-Tað er at skjóta seg sjálvan í fótin at seta eitt loft á eina slíka skipan, í øllum førum eitt so lágt loft á, tí tá kann henda avmarkaða afturbering enn lættliga og alt í einum fara til einstakar útlendskar verkætlanir, meðan føroysku verkætlanirnar og filmsfólkini kanska sita eftir við ongum ella mugu bíða í eitt ella fleiri ár fyri at kunna fremja sítt. Útlendskar íløgur og framleiðslur eiga tó eisini at vera vælkomnar, og við at avtaka hetta loftið ella at lyfta tað upp á eitt hægri støði, sum líkist 30-50 mió., so slepst undan hesum trupulleika.

-Hetta er nakað, sum veruliga kann gera mun fyri føroysku filmsvinnuna til frama fyri føroysku filmsfólkini. Fyri politisku valevnini, ið vilja prógva seg, so er hetta eisini ein gyltur møguleiki veruliga at gera mun innan eitt øki, sum sæst aftur í gerandisdegnum, og sum vit øll kunnu fáa ágóðan av, sigur Torfinnur Jákupsson.