Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.02.2023 23:13

Ternan í hálvfinaluni í Steypakappingini hjá kvinnunum

Myndir: Ternan

Kvinnurnar hjá flogbóltsfelaganum Ternuni vunnu seg upp í bestu deildina seinasta kappingarár, og hava tær veruliga megna at gjørt um seg í bestu deildini hetta kappingarárið.

Tær hava vunnið á bæði Drátti og Mjølnir. Tær hava eisini spælt ikki minnið enn tveir fimmsettarar ímóti KÍF. 

So tað kann blíva ein spennandi leygardagur hjá Ternuni og viðhaldsfólkinum hjá teimum.

Hálvfinaludysturin verður leiktur leygardagin í badmintonhøllini í Klaksvík kl 13.00.

Hetta er somuleiðis fyrsti av fýra dystum henda dagin í Badmintonhøllini í Klaksvík. So tað verður flogbóltur frá morgni til myrkurs.

Á Toftum verður nógv gjørt burturúr í hesum degnum. 

Nevndin í Ternuni bjóðar øllum fjepparum at møtast í skúlanum til morgunmat. 

Síðani verður møguleiki at mála sína egnu fjeppara T-shirt og andlitsmáling verður eisini á skránni. 

Víðagitnu trummararnir á Toftum verða við henda dagin, so stemingurin skal nokk blíva góður. 

Fari verður við bussum av Toftum. Bussurin er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg.

Øll eru hjartaliga vælkomin við, siga tey frá Ternuni.