Fuglafjarðar kommuna
Býráðið hevur sett Harley Joensen, í starv sum tekniskan leiðara.
Harley er 50 ára gamal og er útbúgvin byggifrøðingur og kloakkmeistari. Hann hevur drúgvar royndir innan tekniska umsiting bæði frá privatu vinnuni og almennu fyrisitingini.
Harley er í løtuni í starvi, sum teknisku málsviðgeri hjá Fuglafjarðar kommunu og byrjar í nýggja starvinum 1. desember 2025.
Vit ynskja Harley til lukku við og blíðan byr í starvinum, sum tekniskur leiðari.
