Skála Ítróttarfelag
Orkuríki miðvallarleikarin verður aftur at síggja í appelsingulu blusuni
Skála Ítróttarfelag og Teitur Poulsen hava skrivað undir tvey ára sáttmála.
24 ára gamli strandingurin er skrásettur fyri 21 dystir í bestu deildini og 65 dystir og seks mál í 1. deild.
Teitur hevur umboðað Skála Ítróttarfelag alla sína yrkisleið, og stórur saknur var í honum seinnu hálvu í fjør, tá hann saman við unnustuni fór niður til Danmarkar á bíbliuskúla.