Mynd: Álvur Haraldsen
Í dag tóku teir næstbestu hjá Víkingi ímóti TB. Víkingur vann dystin heili 4-2 eftir at støðan var 3-1 í hálvleikinum.
Martin Klein Joensen, sum hevur verið nógv á besta liðnum hjá Víkingi í ár, átti ein avgerandi leiklut á næstbesta liðnum í dag. Hann skeyt tvey tey fyrstu málini hjá Víkingi, og síðani átti hann eisini uppleggið, tá ið Fannhard Skoradal økti um munin til 4-1.
3-1 málið skoraði gøtumaðurin Ingi Arngrímsson í tíðini, sum dómarin legði aftrat í fyrra hálvleiki.
Næsti dystur hjá teimum næstbestu hjá Víkingi er á útivølli ímóti KÍ.
Deil á Facebook