Sunda kommuna
Kom og heilsa uppá Team Rynkeby súkklararnar við Margáir, hósdagin 6. juli kl 16.45
Nú fer Team Rynkeby Føroyar skjótt at byrja sína ferð til París. Túrurin byrjar í Klaksvík, og súkkla verður harfrá til Havnar. Á leiðini suður vitjar Team Rynkeby nakrar av stuðlunum, og 6 juli kl. 16.45 verða tað vit í Sundalagnum, sum fáa høvi at heilsa uppá súkklararnar, við Margáir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.