Ungu U19 víkingadreingirnir taptu í gjár tepurt 1-0 ímóti Narva Trans í 1. umfari í Youth League yviri í Estlandi.
Narva Trans skoraði longu í fjóðra minutti, og hóast Víkingur legði eitt trýst meginpartin av seinna hálvleiki, so megnaðu teir ikki at fáa mál.
Heimadysturin verður leiktur í Føroyum 1. oktober. Enn er ikki endaliga komin uppá pláss hvar dysturin skal leikast, upplýsur Víkingur.