Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 21:52

Tann góða filmsumsóknin

Tíðindaskriv/Mentanargrunnur Landsins

Mentanargrunnur Landsins bjóðar til kunningarfund um stuðul til film mikudagin 15. apríl kl. 17.00 í Filmshúsinum.

Greitt verður frá, hvussu Mentanargrunnurin umsitur stuðulin, hvat leikluturin hjá faknevndini er, og hvussu umsøkjarar kunnu gera eina góða filmsumsókn.

Føroyskur filmur hevur gjørt stór framstig seinastu árini. Ein stór menning er farin fram, fleiri nýggjar filmsframleiðslur verða vístar á stórum festivalum og alsamt fleiri føroysk filmsverk fáa altjóða viðurkenning.

Eisini eru týdningarmikil stig tikin fyri at styrkja filmslistina og tryggja, at føroyskur filmur fær enn betri karmar at virka undir og vaksa í.

Filmsstuðulin er fluttur til Mentanargrunn Landsins at umsita fyri at tryggja armslongd í viðgerðini av filmsstuðlinum, og í ár er játtanin til filmsstuðul hækkað úr 4,6 mió. kr. upp í 6,6 mió. kr., ið vísir eina greiða politiska raðfesting av føroyskum filmi.

Vilt tú vita meira um stuðul til film og fáa holla ráðgeving, hvussu tú gert eina góða filmsumsókn, so set kross í kalendaran mikudagin 15. apríl kl. 17.00. Tiltakið verður í Filmshúsinum, Vestara Bryggja 15, 3. hædd.

Skrá:

Vælkomin og kunning um stuðul til film v/ Hedvig Westerlund-Kapnas, forfólk í

Mentanargrunninum

Faknevndin fyri film v/ Marjun Niclasen, faknevndarlimur

Tann góða filmsumsóknin v/ Pætur M. Dahl, faknevndarlimur & Birna Jacobsen, starvsfólk

Fyriskipari er: Mentanargrunnur Landsins

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.