Lesarabræv
Í dag er 21 mars. Í dag er altjóða Down syndrom dagur.
Tað er gott at fáa eitt hjartaligt og treytaleyst klemm viðhvørt. Gekk gomlu bygdagøtuna millum Leirvík og Norðragøtu ein summardag fyri nøkrum árum síðani. Uppi við vøllin í Leirvík, beint áðrenn farið verður út um bøgarðarnar, møtti eg einum vini. Kensluligu stikini hjá mær eru vanliga í seyðahøgum standi – og væl tað – men hesin vinur mín er ikki sum fólk flest. Hóast vit sjáldan síggjast, so er einki at ivast í, hvør heilsanin er, tá tað sker. Hann gav mær eitt sovorðið ordans klemm og eitt fitt skálkasmíl omaná, sum bara hann kann. Hann eitur Heri.
Í fleiri á havi eg saman við tónleikabólkinum, T.O.S., havt høvi at spæla konsert fyri Hera og øllum hinum á Dýrabiðidagsleguni á Zarepta – eisini nevnd legan fyri tey, ið bera brek. Eg minnist serliga væl ta fyrstu konsertina Eg hevði ikki verið á leguni áður, og tað var ein heilt serlig verð at trína inn í. Ja, eg veit ikki, hvat tað kann samanberast við. Kanska nakað sum tá Lucy trein inn í Narnia á fyrsta sinni og fór á gátt hjá Harra Tumnusi, ið beyð henni drekkamunn. Hann borðreiddi fyri henni alt tað besta, segði henni alskyns spennandi søgur og spældi á floytu. Bornir fram av jubbijeyyyrópum, klappi og fagnaðarfloyti trinu vit pallin og rokkaðu og rullaðu staðið sum ongantíð fyrr. Eg elski hasa løtuna! Hon fer aldrin frá mær. Sjálvt ”Í góðum veðri hann dyrgdi” verður ongantíð hin sami aftur. Tað var so lívsjáttandi. Gandakent.
Sum nevnt, so er altjóða Down syndrom dagur í dag. Tað er ein góður dagur. Nógvar bláar negl eru at síggja, og fólk fegnast um hesi menniskju í samfelagi okkara. Í gjár samtykti hetta høga Ting lóg um brekrættindaumboð. Sanniliga eisini ein stórur dagur. Men sum Fleksnes, kendi norski komikarin, segði so væl: ”Det er lett i dag att rope halleluja – men å gjøre det!” Kom einaferð fram á eina norska grein undir heitinum:”Vi er truet av utrydding.” Ein norsk kvinna, Marte Wexelsen Goksøyr, ið hevur Downs syndrom, greiðir frá, hvussu norska samfelagið ikki hevur rúm fyri henni og hennara líkum. Tey verða sorterað frá, áðrenn tey fáa møguleika at síggja dagsins ljós. Tað verða nærum eingi av ‘hennara slagi’ fødd í Noregi í dag. Hon spyr: ”Det sies at vi vil ha et mangfoldig samfunn med plass til alle. Hvilke alle? Vil vi ha et samfunn som legger til rette for å sortere ut de vi mener er mindre verdifulle, og hvem er disse?” Góðir og djúpir spurningar. Í okkara grannalondum – sum øll loyva fríari fosturtøku til ávist vikutal – vísa hagtøl greitt, at færri og færri, sum eru sum Marta, síggja dagsins ljós. Færri og færri sum Heri.
Tøl frá Abortankenævnet í Danmark vísa, at í 2022 var talið á fosturtøkum framdar eftir 12.viku 809. 79% av teimum – ella 640 fostur – vórðu játtað tikin, tí barnið var í vanda fyri at verða føtt við álvarsligari sálarligari ella likamligari líðing – í parantes stendur “misdannelse eller genfejl”. Hóast fosturtøkur verða framdar í Føroyum, so eru vit ikki komin líka langt av leið á hesum økinum sum mong av okkara grannalondum eru tað. Tí vit hava framvegis ikki fría fosturtøku. Tí vit hava ikki tikið hetta fatala stig. Tí ein stórur partur av føroyingum framvegis virðir heilagleika lívsins. Ein ávísur tendensur er tó opinberur millum partar av fólki okkara, tí Tingið fer at viðgera lógaruppskot um fría fosturtøku í morgin.
Hugsanin hjá mær er, at vit skulu framala ein hugsanarhátt, eina mentan, sum sigur, at fosturtøka skal vera óhugsandi. Tað krevur ein hugburð, har vit sum samfelag kenna tað sum okkara skyldu at hjálpa og stuðla á allan hugsandi hátt. Har vit sýna miskunn og samkenslu og ábyrgd fyri bæði mammu og barni og pápa. Familjuni sum heild. Tað eigur at lata seg gera í Føroyum, og tað er eisini júst hetta, sum lógaruppskotið um at verja ófødda barnið leggur upp til í §2 stk 2.
…
Ja, tað er altjóða Down syndrom dagur í dag, og eg fari at gera orðini hjá systkinabarninum, Jákupi á Lakjuni, á facebook til míni og ynski tykkum ein góðan dag…”øll tit, sum ikki kunnu gera við, at hann, sum var tann fyrsti at lýsa tykkara vælsignaða syndrom, æt John Langdon DOWN. Tit eru viðhvørt “down”, sum vit jú øll til tíðir eru, men um eg skuldi lýst tykkum, so hevði eg heldur brúkt orðið “up”…”
Leingi livi lívið!
Bárður á Lakjuni