Tíðindaskriv/G!festivalurin
Vit kunngera í dag fýra spennandi növn, öll við tí í felag, at tey á hvör sín hátt blanda ymiskan uppruna saman, og harvið skapa egið og serstakt ljóð.
Hesi fýra növnini leggjast afturat Irah, Fantastic Negrito, Frændi, Tunghoyrt, Bolstad, Guðrið Hansdóttir, Lynks og Jerub.
Tamikrest
Oyðimarkarblús.
Tuaregfólkið er reikfólk úr Saharaoyðimörkini. Hesi hava sín egna tónleikaliga samleika, sín Tuaregtónleik, sum er hypnotiskur, rútmiskur og messandi. Hugtakið oyðimarkarblús er vorðið heimskent seinastu áratíggjuni, og tað hendi, tá ið Tuaregupprunatónleikurin bleiv blandaður við elgittara og blústónleiki.
Gleð teg at hoyra og síggja ektað oyðimarkarblús, tá ið Tamikrest úr Mali kemur at framföra á G!

Alterne
Droymandi alevropeiskur fólkatónleikur.
Eitt nýtt og spennandi navn á fólkatónleikarapallinum er bólkurin Alterne, við limum úr Danmark, Estlandi og Belgiu. Danska Ida Marie Jessen syngur vökru vísukendu lögini, estiska Maimu Jõgeda spælir harmoniku, og belgiski Oscar Beerten spælir violin – og júst hettar seinasta navnið kennast fleiri við her heima, tí Oscar er onnur helvtin av bólkinum Raske Drenge, sum hann hevur saman við Ragnari Finsson, hvörs tónleik vit hoyra nærum dagliga í lurtinum, og tað er ikki frítt at tú kennir tónan aftur her í Alterne.
Alterne vitja í Föroyum í sambandi við Fólkatónleikarastevnuna, og vit eru sera spent at hoyra hesar framúr fólkatónleikarar, tá ið teir við öllum möguligum ljóðförum, koma at spæla sína serstöku alevropeisku samanvevjing av ymiskum fólkatónleiki, sum er dreymakendur, men eisini eitt sindur popputtur og lættur at lurta eftir.

Marianna Winter
Skitin og undurfullur poppur.
Seinastu árini hava vit hoyrt staklög og EP útgávur frá Marionnu Winter, har tað mesta hevur verið rættiliga R&B kent. Um nakrar mánaðir letur Marianna Winter frá sær sína fyrstu heildarútgávu, sum hon hevur gjört saman við Ragnari Finsson. Nökur staklög eru longu úti, og ikki kann sigast annað, enn at tað boðar frá góðum. Tað er ein nýggjur heimur, sum onkursvegna er skitin men samstundis ótrúliga vælljóðandi. Eitt slag av skitnum og undurfullum poppi, sum helst er natúrligt úrslit av samanrunna mentanararvinum tú ber, tá ið tú ert hálv kalifornisk L.A dama og hálv streymoysk havnadama.
Spennandi verður at hoyra spildurnýggjar tónar, tá ið Marianna Winter kemur at framföra á G! við einum framúr bólki!

Elinborg
Eitt norðurlendskt fyribrigdi úr Syðrugötu.
Okkara egna bygdargenta úr Syðrugötu, Elinborg, hevur veruliga tikið dik á seg seinnu árini. Songkvinna sum fá, hevur hon lagt seg eftir einum djörvum, myrkum, elektroniskum ljóði, sum hevur vakt stóran ans uttanlands. Herfyri spældi Elinborg í Meksiko til stórt átak, har hon gav sítt umráðandi íkast, tá ið ljós skuldi varpast á norðurlendskan tónleik.
Vit eru sera spent at hoyra eina nógv menta Elinborg aftur á G! festivalinum í summar.

