Fíggjarmálaráðið
Nú Løgtingið hevur samtykt verklagslóg um Talgildu Føroyar 2.0, taka vit eitt stig á leiðini móti at tryggja vælferðina og fremja effektiviseringar í almenna geiranum – við tí endamáli at styrkja fíggjarliga haldførið. Verklagslógin er grundað á heildarætlan fyri árini 2025–2027.
Við talgilding hava vit eitt amboð, sum lættir um gerandisdagin hjá føroyinginum, gevur vinnuni størri kappingarføri, og effektiviserar og nútímansger almennu fyrisitingina. Við lógini staðfesta vit, at talgilding verður raðfest sum ein av hornasteinunum at loysa stóru avbjóðingarnar, sum samfelagið stendur fyri. Ein týðandi táttur í hesum er vitlíki – ein spennandi tøkni, sum kann hava nógv at bjóða okkum innan t.d. heilsu og vælferð. Tað avgerandi at vit hava greiðar visiónir og ætlanir um nýtslu av hesi kollveltandi tøkni.
Heildarætlanin tekur støði í arbeiðinum, sum byrjaði í 2015 og hevur givið okkum Samleikan, Vangan og Skjáttuna. Við teimum kunnu vit undirskriva skjøl heimanífrá, søkja inn á skúlar við fáum klikkum, skifta eigara á bili uttan bíðitíð, bíleggja heilivág, tá tað passar okkum, og prógva okkara aldur, tá tað er neyðugt. Eisini fylgir heildarætlanin tilmælunum, sum komu frá Vakstrarforum í 2021. Føroyar eru longu komnar langt á hesum øki, og okkara framgongd vekir bæði ans og viðurkenning uttanlands.
Nú verður farið undir næsta stig við 15 átøkum, sum skulu fremjast komandi trý árini.
Tað snýr seg fyrst og fremst um at gera tað lættari hjá fólki og vinnu og betri fyri samfelagið. Við hesi ætlan kunnu vit brúka orku og pengar skilagott – og tryggja haldgóða vælferð í framtíðina, har vit fáa betri tíð til tær uppgávur, sum krevja umsorgan, nærveru og fakligan serkunnleika – sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum.
Við Talgildu Føroyum eru vit væl fyri at menna eitt nútímans samfelag, sum kann verða við til at tryggja búskaparliga haldførið og vælferðarsamfelagið. Ætlanin er at brúka 66 mió. kr til at styrkja talgildingina komandi trý árini.
Les meira um heildarætlanina her.