Mynd: Katrin Kjartansdóttir
Lesarabræv
Vit í Føroyum hava nógv at takka fyri, og tað skulu vit eisini minnast til.
Spyrja vit fólkini rundan um okkum, vinfólk, grannar og onnur, so hava vit tað at síggja til øgiliga gott.
Øll hava vit arbeiði at fara til, og arbeiðsloysi er søguliga lágt.
Vit hava øll bil, um ikki fleiri í hvørjum húsi, at koma til og frá við.
Allar hentleikar, telefon, teldlar og alt annað sum skal gera dagin lættari.
Nógv tey flestu hava fulla frystiboks av mati.
Eg kann blíva við, um alt tað sum vit hava, stuttleikabát og uttanlanda ferðir o.a
Næstan øll kunna siga ja til tað, at man eigur næstan alt av hesum. Men tíverri ikki øll, og tað er nakað sum skal gerast nakað við.
Men við at vísa framtakshugaðum fólki Álit og Ábyrgd, so er og verður gott at búgva í Føroyum.
Vel einar tryggar Føroyar
Katrin Kjartansdóttir
Valevni Fólkafloksins
Deil á Facebook