Krabbameinsfelagið
Tá ið talt var upp sunnukvøldið 26. oktober, vóru komnar inn 5.535.884,-kr. Vit telja enn, og vit rokna við at hava endaliga talið í næstu viku. Vit eru bæði ovfarin og eyðmjúk um góða úrslitið, og tøkkina eiga øll tit, ið vóru við í fyrireikingunum og tit mongu túsund, ið stuðlaðu sjálvari innsavningini. Vit takka øllum teimum, ið luttóku í sendingini, einstaklingum, tónleikarum, listafólkum, fyriskiparum, fyritøkum, feløgum, skúlum og sjálvbodnum, sum við hjálpsemi, tænastum, pengagávum og á annan hátt stuðlaðu okkum. Eina serstaka tøkk fær Runavíkar kommuna fyri góða samstarvið og góðu karmarnar um tiltakið. Sanniliga stóðu vit saman 26. oktober. |
