Í Skálabotni hevur eisini verið sera nógvur vindur.
Takdúkurin á nýbygninginum í Kelduni í Skálafjørðinum loysnaði, og mátti sløkkiliðið á staðið at tryggjað at ikki meira fór í vindinum.
Eisini loysnaðu nakrar takplátur á einum seyðahúsi millum Fjarða. Meðan í Syðrugøtu feyk ein stórur tangi úr haganum og heilt oman í bygdina í Syðrugøtu.









