Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.01.2026 13:57

Tænastugjøld á tóm býli í Sunda kommunu

Sunda kommuna

Sunda kommuna hevur á fundi 26. mai 2025 einmælt samtykt at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. januar 2026. 

Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri:

  • Vatnveiting
  • Fráveiting av kloakk
  • Burturbeining av húsarhaldsburturkasti
  • Brunatilbúgving

Lógin ásetur, at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.

Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:

  • hvílir í sær sjálvum
  • fevnir einans um veruligar útreiðslur
  • liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er kr. 7.945,- pr. býli .

Umsitingin hjá Sunda kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2020–2024, og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til kr. 7.500,- pr. býli um árið svarandi til 625 kr. pr. mðr.  

Tænastugjaldið kom í gildi 1. januar 2026. Kommunan ger sjálv av, hvussu gjaldið verður kravt inn (mánaðarliga, hálvárliga ella árliga), og eigarar av tómum býlum fáa nærri kunning um innkrevjing og gjaldsfreistir í næstum.

Spjaldur