Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2026 15:07

Tænastugjald fyri tóm býli í Nes kommunu

Nes kommuna

Nes kommuna hevur samtykt at áseta tænastugjald fyri tóm býli vísandi til løgtingslóg nr. 80 frá 2. mai 2025 um tænastugjald fyri tóm býli. 

Lógin heimilar kommunum at áseta tænastugjald fyri býli, har eingin býr sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini skal veita tænastur fyri vatnveiting, kloakk, burturbeining av húsarhaldsruski og brunatilbúgving. 

Umsitingin hjá Nes kommunu hevur gjørt eina útrokning av útreiðslunum hjá kommununi til nevndu økir, og vísir hon, at árliga miðal útreiðslan hjá kommununi í tíðarskeiðnum 2020-2024 er kr. 9.130 pr býli. 

Sostatt liggur útreiðslan hjá kommununi omanfyri lógarásetta hámarkið á kr. 7.945, og býráðið hevur tískil samtykt at innkravda upphæddin verður kr. 7.945 árliga frá 01. apríl 2026 at rokna. 

Eigarar av tómum býlum fáa kunning um innkrevjing og gjaldsfreistir í næstum.   

Spjaldur